Privatlívspolitikkur
Um tínar upplýsingar og tíni rættindi.
Sí eisini striking av kontu ella skráseting.
Her kanst tú lesa, hvussu Nummarkall brúkar upplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur. Politikkurin er eisini galdandi, um tú stendur í telefonbókini uttan at brúka appina.
Hvør hevur ábyrgdina?
KTR Sp/f hevur ábyrgd av persónupplýsingunum í Nummarkalli. Bústaðurin er Bøgøta 15, 410 Kollafjørður, Føroyar, og V-talið er 617725. Tú kanst skriva til [email protected].
Hvørjar upplýsingar brúka vit?
Í telefonbókini eru nøvn, telefonnummur og bústaðir. Vit fáa upplýsingarnar úr nr.fo hjá Nema og frá brúkarunum sjálvum.
Vit brúka adressuskránna hjá Umhvørvisstovuni til at finna bústaðir og knattstøður, so bústaðirnir kunnu vísast á korti. Dátur frá Umhvørvisstovuni: Adressuskráin. Tær verða heintaðar umvegis vevtænastuna og brúktar eftir hesum brúkstreytum.
Vit goyma eisini kontuupplýsingar, váttað nummur, broytingar í skrásetingum og samskifti við teg. Fyri at reka og verja tænastuna skráseta vit royndir at vátta nummur, tíð, IP-adressu og tøkniligar villur.
Hví brúka vit upplýsingarnar?
Telefonbókin og nummarvísingin byggja á okkara og brúkaranna heimilaðu áhugamál í at finna nummur og síggja, hvør ringir (§ 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini).
Innriting og umsiting av kontuni eru neyðug fyri at veita tær avtalaðu tænastuna (§ 8, stk. 1, nr. 2). Viðgerðin til trygdarendamál byggir á okkara heimilaða áhugamál í at fyribyrgja misnýtslu. Umbønir um innlit og striking verða viðgjørdar fyri at lúka okkara lógarligu skyldur.
Hvat kunnu onnur síggja?
Telefonbókin verður tikin niður á telefonir hjá brúkarunum, so leiting og nummarvísing virka uttan netsamband. Ein skráseting kann vísa navn, nummar, bý ella bygd og bústað. Bústaðurin kann eisini vísast á korti. Fyri at brúka telefonbókina í appini skalt tú skráseta navn og bústað fyri títt høvuðsnummar.
Fyri eykanummur velur tú, um tey skulu vísast í leitingini. Navnið kann framvegis síggjast hjá øðrum brúkarum, tá ið tú ringir, eisini um tú hevur sløkt fyri leiting.
Hvat verður goymt á telefonini?
Leitingar, goymd nummur og møgulig kallsøga í appini verða á telefonini og verða ikki send til okkara. Kallsøga kann verða goymd á Android; á iPhone fær appin ikki upplýsingar um einstøk køll.
Innriting, skráseting, bústaðarleiting og dagføring krevja samband við okkara tænastu.
Avritið av telefonbókini skal dagførast ella váttast innan sjey samdøgur. Annars steðgar appin nýtsluni og strikar avritið, tá ið hon fær høvi at koyra. Upplýsingar til nummarvísing kunnu liggja eftir hjá stýrisskipanini, til hon hevur avgreitt strikingina.
Hvør fær upplýsingar?
Vit brúka veitarar til hýsing, dátugoymslu, trygd, bústaðarleiting, telefon- og SMS-váttan, teldupost og hagtøl um heimasíðuna. Teir fáa upplýsingar, sum eru neyðugar til uppgávuna.
Høvuðsdátugrunnurin er hýstur í London í Bretlandi. Summir tænastuveitarar kunnu viðgera upplýsingar í øðrum londum. Skriva til okkara, um tú vilt vita, hvør fær upplýsingarnar, hvar tær verða viðgjørdar, og hvussu tær verða vardar. Tú kanst eisini biðja um avrit av viðkomandi dátuverndaravtalum.
Hvussu leingi goyma vit upplýsingar?
- Konta og telefonbók: vit goyma upplýsingar, til tær verða broyttar ella strikaðar. Kontan verður ikki strikað sjálvvirkandi, hóast tú ikki brúkar appina. Broytingarsøgan verður strikað saman við kontuni.
- Váttan og rakstur: upplýsingar um royndir at vátta nummur verða strikaðar eftir 30 dagar. Vanligar rakstrarskrásetingar frá appini verða strikaðar eftir sjey dagar. Eldri avrit av telefonbókini hjá okkum verða vanliga goymd í 30 dagar. Avrit, sum ein striking fevnir um, verða tó tikin úr nýtslu sum partur av strikingini.
- Striking og frával: vit goyma eina kvittan við avmarkaðum upplýsingum í 30 dagar eftir, at strikingin er liðug. Appin kann í upp til 60 dagar goyma upplýsingar til at fylgja umbønini upp. Er umbønin framvegis skrásett sum óavgreidd, kunnu upplýsingarnar verða goymdar longur. Nummar, orsøk og dagfesting verða varðveitt, so leingi tað er neyðugt at forða fyri, at ein strikað skráseting kemur inn aftur. Hesar upplýsingar verða ikki vístar í telefonbókini.
- Trygdaravrit: daglig avrit verða vanliga goymd í sjey dagar. Eldri og manuelt tikin avrit kunnu liggja longur og hava ikki øll fasta strikingarfreist. Striking av kontuni tekur tí ikki beinanvegin allar upplýsingar úr trygdaravritum.
- Samskifti og aðrar skrásetingar: goymslutíðin veldst um tørvin á at svara umbønum, fylgja málum upp, kanna misnýtslu og lúka lógar- ella próvskrøv. Óneyðugar upplýsingar verða strikaðar. Veitarar kunnu hava egnar goymslufreistir. SMS-veitarin upplýsir til dømis, at skrásetingar um boð vanliga verða goymdar í 30 dagar.
Tíni rættindi og striking
Tú kanst biðja um innlit, rætting, striking ella avmarking av viðgerðini. Tú kanst eisini gera mótmæli móti viðgerðini. Har treytirnar eru loknar, kanst tú fáa upplýsingar í einum sniði, sum kann flytast til aðra tænastu.
Skriva til [email protected]. Tú nýtist hvørki at hava appina ella eina kontu. Foreldur og verjar kunnu eisini skriva um skrásetingar hjá børnum.
Tá ið kontan verður strikað, verða eisini tilknýttar skrásetingar og broytingarsøgan strikaðar. Innritingarloyvini verða tikin aftur. Tú kanst strika kontuna í appini ella biðja okkum gera tað. Sí vegleiðingina um striking.
At rita út ella strika appina strikar ikki kontuna. Striking hjá okkum broytir ikki sjálvvirkandi upplýsingar hjá nr.fo ella øðrum telefonbókum. Avrit á telefonum hjá øðrum kunnu liggja eftir, til tey verða dagførd ella strikað. Vit kunnu ikki taka avrit aftur, sum onnur longu hava gjørt sjálv.
Vit kunnu biðja um váttan av, at umbønin kemur frá røttum persóni. Vit svara uttan óneyðugt drál og í seinasta lagi innan fýra vikur. Krevur málið longri tíð eftir lógini, boða vit tær frá innan somu freist.
Heimasíðan
Vit savna hagtøl um vitjanir og nýtslu fyri at bøta um heimasíðuna. Hagtølini verða savnað uttan kennifílur.
Vit brúka ikki lýsingasporing. Neyðugar kennifílur kunnu verða brúktar til innriting og trygd.
Kæra og broytingar
Tú kanst kæra viðgerðina til Dátueftirlitið, Heiðavegur 25, 600 Saltangará, á [email protected] ella telefon 30 91 00.
Vit dagføra dagfestingina ovast og kunna um týðandi broytingar.